Talgild sögufrásögn Mýtur

Talgild sögufrásögn snýr seg um at siga eina sögu við talgildum miðlum. Talan er um fjölsamansettan tekst, t.e. at teksturin kann verða settur saman av ymsum modalitetum, sum eru myndir, tekningar, filmar, tekstur, ljóð, tala, tónleikur, animatiónir o.a.

Tá ið vit fara í holt við talgilda sögufrásögn skulu vit byrja við at fáa okkum vitan um evnið, sum vit skulu viðgera. Vit hava valt at viðgera evnið mýtur. Mýtur siga sögur frá fyrndartíð, sum hava eyðkenni og siga frá eginleikum, vit kenna aftur í okkara egnu tíð.

Arbeiðsgongd - ávegis til talgildu søguna

Læringarmál

  1. Skilja gongdina frá munnligari mýtu/frásögu til eina samleikafrásögu, har yvirskriftin er: Hvör eri eg?
  2. Við grundleggjandi frásögusnildum og amboðum fáa skapt sína egnu frásögu við talgildum fjölsamansettum margmiðlum.

Nógvar familjur og nógvir einstaklingar hava sína sögu, sum hava verið við til at gera tey til tað, tey eru. Vit bera hesar sögur í okkum og summi duga væl at bera hesar sögur víðari, meðan onnur halda tær fyri seg sjálv. Mýtur, sagnir, ævintýr og líknandi sögur eru sagdar munnliga frá einum ættarliði til annað. Fyri at fólk skuldu minnast sögurnar, vóru tær altíð fortaldar eftir einum föstum leisti. Ævintýr byrja t.d. altíð við: Einaferð var tað og enda altíð við: brúdleypi ella aðrari eydnu ella semju, og sagt verður, at tey liva eydnusom restina av lívinum. Onnur føst mynstur eru t.d.:

  1. Hendingarnar fara fram tríggjar ferðir
  2. Tann seinasti/a ella yngsti/a vinnur prinsessuna ella prinsin og kongaríkið.
  3. Hetjan fær kapping frá einum skálki, sum stendur í vegin fyri eydnuni og lukkuni hjá hetjuni
  4. Bardagi millum tað ónda og góða.

Fast skipaða sögugongdin var neyðug, tí fólk skuldu minnast söguna aftur. Hon var bara til í huganum á fólki, sum dugdu at siga frá henni eftir minninum, tí hon var ikki at finna í nakrari bók, nøkrum filmi ella sum telduspæl.

Trýst á kassan niðanfyri, har sært tú ein film um mýtur.

Mýtur, sagnir og elligamlar sögur vera mangan fortaldar av nýggjum í modernaðum barna- ella ungdómsbókum, sum filmur ella í einum talgildum spæli í telduni, teldlinum, telefonini ella onkrari aðrari spælimaskinu.

Munnligar mentir ella skaldskapur á manna munni eru sögur, sum eru, sum áður nevnt, fortaldar munnliga frá einum ættarliði til annað. Omman ella abbin hava sagt ommu- ella abbabørnum eina sögu, sum omma ella abbi teirra hava fortalt teimum, tá ið tey vóru børn. Tey hava aftur hoyrt söguna frá ommu ella abba sínum. Soleiðis kundu sögurnar vera fleiri hundrað ára gamlar og bara vera til á manna munni. Summar eru seinni skrivaðar niður, meðan aðrar ongantíð eru skrivaðar niður.

Í gomlum dögum dugdu nógv fólk ikki at lesa og skriva, men tey dugdu at siga frá, summi betur enn onnur. Tey eldru í familjuni fortaldu börnunum og teimum ungu sögur, sum tey hövdu kent frá tey vóru börn. Soleiðis kundu sögur, sum hövdu verið sagdar fyri nógvum hundrað árum síðani, gerast ljóslivandi í lötuni, tá ið tær vórðu endursagdar. Hetta var tíðin, áðrenn prentaðar bökur til börn vóru vanligar í bókahillunum heima við hús.

Onkrar av teimum elligomlu sögunum, sum ongantíð hava verið skrivaðar niður, kunnu enn liva í huganum á fólki í ymsum frábrigdum og skulu bara vekjast til lívs aftur, við at hesi fólkini vilja fortelja hesar sögur fyri onkrum, sum biður tey gera tað. Tað er tað, sum söguinnsavnarar gera. Tá ið tað verður gjört við talgildum og fjölsamansettum miðlum, kunnu hesar sögur takast upp á ljóðfíl, takast upp á film, skrivast sum blogg, pod cast ella okkurt heilt annað.

Hvat er ein mýta? Hon er ein söga, sum vanliga er av ókendum uppruna og er sum oftast um kend fyribrigdi, sum eru knýtt at söguligum hendingum. Sögurnar eru ofta ein frásögn, sum hevur til endamáls at greiða frá einari ávísari hending t.d. skapanini av heiminum, skapanini av menniskjum, djórum og plantum ella øðrum náttúrufyribrigdum, sum t.d. hvussu tað ber til, at vit hava dag og nátt.

Samanumtikið kann sigast, at ein mýta er ein söga um gudar, hetjur og yvirnatúrlig fyribrigdi so langt afturi í tíðini, at vit nútíðarmenniskju ikki kenna hesa tíð og teir eginleikar, sum djór og menniskju hava, aftur. Vit plaga at siga, at mýtur fara fram uttan fyri tíð og stað og fatanina hjá menniskjum.

Í norðurlendsku gudalæruni verður sagt frá heimsins undirgangi, har moralska forfallið er stórt. Tað ónda berjist móti tí góða, og tað verður eitt oyðandi stríð millum kaos, tær óndu kreftirnar og kosmos, tær góðu kreftirnar. Bröður drepa hvör annan, synir drepa pápar sínar og pápar drepa synir sínar. Einki er friðhalgað fyri nökrum. Alt endar í kaos, og heimurin gongur til grundar. Einastu sum yvirliva eru mannabörnini, Lív og Lívtrastir. Heimurin reisist upp úr öskuni, ongantíð so vakur sum nú. Átökt teirri paradísmynd, sum vit kenna úr Bíbliuni.

Í norðurlendsku gudalæruni hoyra vit um, at heimurin gongur til grundar í Ragnarøkum. Hetta fer at henda, tá ið óndskapur herjar í hvørjum króki í heiminum og sigrar á tí góða. Á myndini er stríðsgudurin, Tórur, avmyndaður við sínum hamara Mjølni í stríði móti óndskapinum, sum hann má lúta fyri. Tað serliga við hesi mýtuni um Ragnarøkur er, at hon sigur frá, at eftir at jørðin er gingin til grundar, so rísur hon upp aftur rein og óspilt. Henda mýtan er dømi um, at norðbúgvar hava havt eina lívsfatan, sum gongur í ringrás: føðing, blóman, fúnan og deyði, og sum er í góðum samsvari við árstíðirnar.

Syndafalsmýta. Hetta er dömi um eina syndafalsmýtu, sum finst í nógvum útgávum í ymsum mentanum og ymsum religiónum. Tað, sum eyðkennir syndafalsmýtur, er sum oftast, at moralska forfallið er so stórt, at heimurin og tilveran ganga til grundar. Í okkara egna lívi kunnu vit eisini siga, at barndómurin gongur til grundar. Ung eru offur fyri einum "syndafalli", tá ið tey lata seg lokka ella verða freistað at gera okkurt, sum teimum vaksnu ikki dámar, og sum tey vita, ikki er rætt, men sum tey verða drigin at av forvitni. Syndafallið er sera vanligt söguevni í ævintýrum og øðrum modernaðum søgum. Tað kann vera fyrstu royndirnar við kynslívinum, rúsdrekka, royking, hyggja at bannaðum filmi o.tíl. sum teimum vaksnu ikki dámar, og sum tey ungu tí ofta sníkja seg til. Sjálvt um hetta ikki verður hildið at vera rætt, er tað ofta ein partur av tí at gerast vaksin og eitt sjálvstöðugt menniskja, sum hevur sína egnu sögu. Okkara egna söga er tó næstan altíð grundað á tann uppruna, ta vitan, tey virði og ta uppaling, sum vit hava heimanífrá.

Grundsöga og einstaklingasöga. Grundsögur eru tær sögur, sum vit sum einstaklingar byggja okkara persónligu sögur omaná. Grundsögurnar knýta okkum til felagsskapin, sum kann vera familjan, bygdin, ymsir felagsskapir, landið o.s.fr. Sögurnar kunnu vera mýtur, frásagnir av yvirnatúrligum slagi og sjáldsamar hendingar, sum fáa okkum at laga okkara lív og okkara frásagnir um okkum sjálv til hesar grundsögur. Vit vita um íbygdar steinar ella óhugnalig stöð, har vit skulu vera á varðhaldi, um ikki okkurt ringt skal henda okkum.

Vit bera növn, sum abbi ella omma okkara eita, sum eisini eru kallað upp eftir ommu ella abba sínum, soleiðis kunnu vit eita növn, sum hava sögu knýtt at sær, sum ganga fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Növnini kunnu hava sín uppruna í onkrari syrgiligari hending, ein bátur er gingin burtur ella onkur er deyður ein syrgiligan deyða. Növn kunnu eisini hava sín uppruna í eini sólskinssögu, har foreldrini hava kallað síni börn eftir onkrari hetju ella fyrimynd, sum tey síggja upp til.

Tilbiðjan, trúgv og yvirtrúgv kunnu hava sína ávirkan á okkara einstaklingasögu. Vit kunnu hava növn úr Föroyingasögu, onkrari sögn, úr Bíbliuni, yndisbók ella filmi hjá foreldrunum ella onkrari ítróttarhetju, sum foreldrini hava sæð upp til. Tað ber við sær, at vit sum einstaklingar siga okkara sögu, við stöði í teimum sögum, sum eru knýttar at növnum okkara. Sögur í nútíðini spegla fortíðina, og einstaklingasögan byggir á grundsöguna. Vit eru ikki altíð vitandi um tað og geva okkum ikki altíð far um tað, men allar sögur hava sín uppruna onkrastaðni. Okkara söga, einstaklingasögan, kann hava djúpar rötur langt aftur til eina tíð, tá ið fólk livdu heilt öðrvísi enn vit, trúðu upp á alt möguligt annað enn tað, vit gera í dag, og vistu ikki tað, sum vit vita.

Hvör eri eg?

Kópakonan, sum finst sum søga fleiri staðni bæði í Føroyum og í øðrum londum, sum liggja út til hav, sigur frá yvirnatúrligum hendingum og upprunanum til kópar. Hon er ein skapanarmýta, sum er formað og hevur fingið sín dám av at verið sögd munnliga frá einum ættarliði til annað ígjøgnum øldir. Tó hevur hon fingið fæst skap, tá ið hon er skrivað niður um 1890. Tað er orsökin til, at sögan so týðiliga fer fram í bóndasamfelagnum og í eini tíð, tá ið útróður var vorðin vanligur í Föroyum. Í søgnini um kópakonuna fáa vit eisini eina frágreiðing um, hví so nógvar vanlukkur hava rakt bygdina. Trýstir tú á leinkið niðri undir, hoyrir tú sögnina um kópakonuna í Mikladali lisna upp.

Nykur, er ein skapningur, sum kann bæði vera djór og menniskja. Tað finnast nógvar sögur um djór, sum kunnu skapast um til menniskju og mangan kunnu hesi lokka menniskju í óföri, lokka tey inn í annan heim, har tey verða tvingað at liva restina av lívinum og ongantíð koma til menniskjuni aftur. Nykur er eisini myndin fyri ein freistara, sum kann lokka börn og ungar gentur til sín við sínum vakurleika og spenningi. Niðanfyri kanst tú trýsta á leinkið og hoyra sögnina um Nyk lisna upp.

Credits:

Created with images by AhmadHammoud - "Who Am I ?"

Made with Adobe Slate

Make your words and images move.

Get Slate

Report Abuse

If you feel that this video content violates the Adobe Terms of Use, you may report this content by filling out this quick form.

To report a Copyright Violation, please follow Section 17 in the Terms of Use.